Småfolk byrjaði sítt virksemi í 2005, tá tann fyrsta kollektiónin var víst fram á messu í Keypmannahavn. Í mars 2007 lat fyrsti Småfolk handilin upp í Holbæk, og levera tey nú til uml. 600 forrætningar í 22 londum.
Hjá Småfolk trúgva tey upp á nýskapan, at vera eitt sindur øðrvísi við visión um at levera eina góða vøru.
Småfolk framleiðir 4 kollektiónir um árið, so tað ganga ongantíð meir enn tíggju vikur áðrenn nýggj vøra er aftur á marknaðinum, og hvørja ferð royna tey at koma við nýggjum sniðum, sum tó passa saman frá kollektión til kollektión, so tíni Småfólk klæðir kunnu sameinast við eldri ella komandi kollektiónir.
Småfolk hevur frískar litir og góðskan er í hásæti. 85% av kollektiónini og næstan 100% av babykollektiónini er ”Øko-Tex” certificera.

Der blev ikke fundet nogle varer, der matcher dit valg.