Nógvar kvinnur brúka skeivar BH-støddir, og tað er sera spell. Tí at um tú brúkar rætta stødd, fært tú eitt vakrari skap, og klæðini sita væl.
Tá tú skalt finna tína røttu BH-stødd, skalt tú ígjøgnum 3 trin:
Ummálið | Stødd á skál | Stroppar
Ummálið:
Tað, sum skal halda bringuni upp á pláss, er hvørki skálin ella stropparnir. Stuðulin skal koma frá stykkinum, sum situr rundan um lívið á tær, og tað er umráðandi, at tað hvørki er ov stramt ella ov leyst. Tú skalt, uttan nakran trupulleika, fáa tveir fingrar inn undir tað. Somuleiðis, skal tað flata stykki framman koma heilt inn til kroppin. Tá tú roynir ein BH, skalt tú brúka tað uttasta hektið, tí hann víðkast við tíðini, og tú skalt kunna stramma hann inn.
Soleiðis finnur tú ummálið:
- Máta ummálið undir bróstunum
- Talið av cm undir bróstinum svarar til tað støddina, sum tú skalt brúka:
69-74 cm. = Str. 70
75-79 cm. = Str. 75
80-84 cm. = Str. 80
85-89 cm. = Str. 85
90-94 cm. = Str. 90
95-99 cm. = Str. 95
100-104 cm. = Str. 100
105-109 cm. = Str. 105
110-114 cm. = Str. 110
115-119 cm. = Str. 115
120-124 cm. = Str. 120
Stødd á skál:
Tá ummálið er upp á pláss, upplivir tú kanska, at støddin á skál, sum tú vanliga brúkar, ikki passar longur. Ofta skal man eina ella fleiri skál-støddir upp. Tað mest umráðandi er, at bróst ikki kemur upp um kantarnar, hvørki í armholini ella frammanfyri. Tað er ongantíð pent við fýra bróstum. Bróst eru ógvuliga ymisk. Hjá summum byrja tey longu heilt inni undir arminum, og tað merkir eina størri skál. Somuleiðis má stoffið ikki lippa, tá er skálin ov stór. Boylarnir skulu fylgja bróstinum allan vegin runt- teir mugu ikki “genera” nakra staðni. Nógv hava dagliga pínu av at ganga við ov lítlari skál.
Soleiðis finnur tú tína skál-stødd
Far t.d. í ein glattan vatteraðan BH
- Máta ummálið tvørtur um bróstini, har tey eru størst. Lat málibandið liggja leyst, og í somu hædd, rundan um bróstkassan.
- Trekk ummálið undir bróstunum frá ummálinum rundan um bróstini. Munurin gevur skál-støddina:
12 cm. = A
14 cm. = B
16 cm. = C
18 cm. = D
20 cm. = E
22 cm. = F
Stroppar:
Stropparnir eru tað síðsta sum skal passa. Ansast má eftir, at teir ikki stramma ov nógv. Teir kunnu justerast.
Ein BH er ov stórur tá:
- Skálirnar glíða upp
- Skálirnar eru leysar og lipputar
- Bh fer uppeftir í ein boða aftanfyri
- Stropparnir gnaga niður í akslarnar-stuðulin skal koma frá sjálvum Bh
- Bh generar undir arminum.
Ein Bh er ov lítil tá:
- BH buglar. Bróstini koma uppúr, antin framman ella á síðunum.
- Man far merkir undir bróstinum
Tá høgra og vinstra bróst ikki eru eins:
Brúka ein push-up BH og fjerna pútuna úr aðrari skálini
- Brúka evt. ymisk innlegg í skálunum
Finn tín BH her