Frítíðarítriv til lærarinnuna
Næst-holdinum byrjaði í juni 2012 við Sigurlaug Eiriksdóttir, sum hevði nøkur homeparties í nærumhvørvinum. Eftirspurningurin, á facebooksíðuni, er vaksin stútt, og gjørdist ein nethandil veruleiki í mars 2013, bæði til at vísa hvat Næst-holdinum selur, og geva møguleikan at sita heima á sofuni og shoppa. Við tíðini gjørdist vøruúrvalið ov stórt til tað plássið vit høvdu, og í desember 2017 fluttu vit so í nýggj hølir, har møguleiki er at koma inn at síggja og royna okkara vøru eisini og hava vit nú møguleika at hava opið ávísar tíðir.

Góðsku undirklæðir til kvinnuna
Navnið Næst-holdinum er valt, tí at talan er um vørur, sum koma heilt tætt meniskjaholdinum. Kvinnusiluettin og tekstur fella nærum saman í logoinum og vísa eina tættheit millum kvinnukroppin og Næst-holdinum/plagginum. Nýtslan av litunum lilla/pink saman við hvítum roynir at lýsa, at talan er um femininitet, elegansu og reinheit, sum er kjarnan í Næst-holdinum, sum setur størst fokus á kvinnuundirklæðir.

Kollektiónir
Undirkæðini vit selja eru úrval úr kollektiónum frá:

Undirkæðini/klæðini vit selja eru úrval úr kollektiónum frá:
Dacapo er eitt týskt merki, sum framleiðir undirklæðir til kvinnuna, sum ynskir góðsku og snið fram um alt. Dacapo verður framleitt leypandi, og kann leveringstíðin vera eitt sindur longri – men tað er avgjørt vert at bíða eftir!
Vilaseca framleiðir Set og Avet, sum eisini eru sponsk merkir. Tey hava framleitt undirklæðir síðani 1952 og standa sjálvi fyri allari framleiðsluni, líka frá ráari bumull ella microfiber tráði, til ta lidnu vøruna. Øll framleiðslan fer fram í Spanien. Tey hugsa ikki bara um góðskuna, men eisini um vælferðina hjá brúkarunum og brúka einans tilfar, sum er ”Øko-Tex” certificera.
Guy de France kemur úr Belgien, úr býnum Wetteren. Firmaðið hevur framleitt “lingeri” síðan 1935.  Framleiðslan fer fram í Kina og Hong Kong. Tey gera 2 kollektiónir um árið -vár og heyst. Kollektiónirnar eru farviríkar, og tú fært góðan kvalitet fyri pengarnar.
Vogue hevur í nógv ár, og er framvegis, førandi merki á Skandinaviska marknaðinum, tá talan er um fyrstafloks sniðgivnar sokkar. Vørurnar hjá Vogue eru gjøgnumarbeiddar, bæði hvat í viðvíkur passform, góðsku og snið. Vøruúrvalið er m.a. knæsokkar, sokkabuksur, sokkar, leggings v.m. í lekkrum kvaliteti og litum.
Maidenform er eitt tað kendasta merki innan fyri shapewear. Maidenform byrjaði framleiðsluna av lingeri í 1922. Tað vóru 3 kvinnur ið stovnaðu firmaði. Tær vildu gera upp við tann flata mótan ið var tá, og heldur gera undirklæðir, ið framhevaðu tann kvinnuliga formin. Harav kemur navnið Maidenform.
After Eden er eitt tað mest selda merkið í Evropa í løtuni. Vøruúrvalið er slóbrótandi sniðgeving, ið nýtir gel í skálunum saman við umhvørvisvinarligum og sensitivum stoffi. After Eden sameinir nýmótans stíl við sera lekkurt og behagiligt stoff. Er merkið til ta kvinnuna, ið ynskir sameining millum vælveru og stíl.  After Eden hevur verið væl umtókt – Serliga eru tað teirra fantastisku passformar, sum hava fingið góð ummælir!! Nú við einum nýggjum merki ”D-cup & up”, sum hevur støddir upp til 95G.
DKNY bleiv stovnað í New York av sniðgevaranum Donna Karan, harav navnið DKNY (Donna Karan New York). Donna Karan dugir væl at tvinna góðsku og luksus saman fyri at fáa sínar vørur á marknaðin. Karan trýr uppá, at líkamikið hvat hon sniðgevur, so byrjar og endar tað við kroppinum. Stutt sagt er DKNY orkan og andin av New York. Hjá DKNY finnur tú bh og trussur við og uttan blondur. href=”https://naest-holdinum.com/vare-kategori/gorteks/”>Gorteks er ein familiufyritøka, sum heldur til í býnum Bialystok í Polandi. Fyritøkan hevur framleitt “lingeri” síðani 1954, og fáa so gott sum alla rávøru frá góðkendum evropeiskum leverandørum.
Tey leggja stóran dent á góðsku og at hava eitt breitt úrvæl, bæði í sniði og støddum. BH frá Gorteks fáast í ummálunum 65-100 og skál A-J 

 

Shoppa alt døgnið
Kvinnur hava nógv um at vera, og tíðin til at seta seg sjálva í centrum er minimal. Tí var tað týdningarmikið fyri okkum at geva møguleikan at kunna keypa, tá kundin hevur tíð – alt døgnið. Hjá Næst-holdinum kann man sita heima á sofuni við sínum iPad og shoppa, ella hava eina fulla stovu við festligum damum, kollegum ella vinkonum, sum saman hyggja eftir undirklæðum í einum hugnaligum og avslapppandi umhvørvi.

Home shopping is the new Black!
Konceptið er framvegis basera á homeparties – tað vil siga, at kundarnir kunnu keypa vørur til homeparties og á okkara nethandli: Naest-holdinum.com. Vørurnar verða síðani leveraðar ókeypis til kundarnar við keyp yvir 299 kr, annars er postgjaldið 29 kr. Vit meta, at homeparty-konceptið er komi fyri at vera, tí tað sameinir móta við upplivilsir og vinskap.

Vilt tú vita meira ella ynskir at hava party?
Set teg so í samband: Homeparty, lauga@naest-holdinum.com ella +298 27 80 11
Tú ert eisini vælkomin  at fylgja okkum á facebook www.facebook.com/NaestHoldinum

Um okkum

Sigurlaug Eiriksdóttir
eigari