Avgreiðsla Vøran verður send við Posta so skjótt sum bíleggingin er móttikin og goldin. Um partar av vøruni ikki eru á goymslu, so bíða vit við at senda, til alt er komið, Dacapo tó undantikið. Upphæddin verður ikki tikin av tínari konto fyrr enn vøran verður leverað. Tú hevur eisini møguleikan at avheinta vøruna á Skálavegi 90 á Skála. Gjalding Gjaldast kann við gjaldskorti ella bankaflyting á konto 9181-1331282. Vøran verður leverað, tá inngjaldið er skrásett. Prísur Allir prísir eru íroknað MVG. Vøran verður leverað ókeypis við keyp yvir 399 kr, annars er postgjaldið 49 kr. Iðranarrættindi/feilur við vøru Tú hevur 14 dagar frá tí, vøran er keypt, at angra títt keyp. Freistin er at rokna frá tí degi, tú hevur móttikið bíleggingarváttanina. Næst-holdinum skal tá hava vøruna senda aftur við postinum í sama standi og nøgd, sum tá tú keypti hana. So skjótt sum Næst-holdinum hevur móttikið vøruna í sama standi og mongd, sum tá ið hon varð keypt, rindar Næst-holdinum peningin, fyri vøruna, aftur á konto, ella tú fært aðra vøru ístaðin. Keyparin skal gjalda fyri at senda vøruna aftur.Um feilur er við vøruni, verður vøran sjálvandi tikin aftur, og tú fært aðra vøru ístaðin! Neyðugt er at hjáleggja kvittan ella bíleggingarváttan.Vørur, keyptar í tilboð, verða ikki tiknar aftur. Endursending Um tú angrar títt keyp, so skal vøran sendast til:     Næst-holdinum v/ Sigurlaug Eiriksdóttir     Skálavegur 90     480 Skála Neyðugt er, at hjáleggja kvittan ella bíleggingarváttan. Trygd Fyri at kunna keypa frá Naest-holdinum.com er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar. Næst-holdinum verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnir verða brúktir til at avgreiða títt keyp, og at senda lýsingar/tilboð til tey ið hava givið sítt samtykki. Cookies Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdir á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookie”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.