Av tí, at okkara leverandørur hevur avgjørt at gevast við Selmark, hava vit fingið tvey nýggj hollandsk merkir ístaðin:
After Eden er eitt tað mest selda merkið í Evropa í løtuni. Vøruúrvalið er slóbrótandi sniðgeving, ið nýtir gel í skálunum saman við umhvørvisvinarligum og sensitivum stoffi. After Eden sameinir nýmótans stíl við sera lekkurt og behagiligt stoff. Er merkið til ta kvinnuna, ið ynskir sameining millum vælveru og stíl. After Eden hevur støddirnar A-F
Boobs & Bloomers er ætlað tannárinagum, og hevur eitt snið, ið gevur eina normala yvirgongd frá barni til vaksin. Boobs & Bloomers hevur støddirnar AA-B
Vónandi taka tit væl ímóti hesum nýggju merkjunum <3