5 ár eru liðin síðan Næst-holdinum byrjaði sítt virksemi á Skálavegi 90. Sigast má, at nógv er broytt hesi árini. Frá at selja í nærumhvørvinum sendir Næst-holdinum nú til hvønn krók í landinum, og eisini koma vit víða um at hava homeparty.
Vøruúrvalið er eisini vaksið støðugt, og hava vit í dag fleiri kend merkir m.a. DKNY, ið mest vendir sær til ta ungu kvinnuna, Maidenform við sínum vælumtóktu shapewear, og so ikki at gloyma Avet boksarin, sum er kendur og nýttur av einum stórum parti av øllum kvinnum í landinum, bæði yngri og eldri,
Ætlanin er framvegis at víðka um úrvalið, og hava vit júst fingið eina sending av náttklæðum, bæði til vaksin og børn, av merkinum Cyberjammies.
Fyrst í 2018 í januar fara vit undir at selja barnaklæðir av kenda og vælumtókta merkinum Småfolk og nýggja merkinum, innan barnaklæðir, Rosemunde.
Hølisviðurskiftini eru ikki nøktandi longur, og tí er ætlanin at vaksa um tey, og verður hettar vónandi í hesum árinum. Ætlanin er eisini at hava opið ávísar tíðir.