Næst-holdinum rundar 300 fjepparar á Facebook

webshop_facebook-like-300


Í dag hevur fjeppari nummar 300 valt at trýsta “Dáma” á Facebooksíðuni. Tað feira vit, við at geva 20% avsláttur av øllum vørum, (undantikið teimum, sum frammandundan  eru í tilboð).

Nú bleiv fjepparaskarin á Facebooksíðuni nokk so stórur, tá nummar 300 bleiv veruleiki. Vónandi fer hetta at halda áfram, so vit koma enn longur upp.

Facebooksíðan sá dagsins ljós 28. marts 2013, stutt eftir útgevingina av nethandilinum, og er síðani vaksin skjótt. Vit hava roynt at “rikið” við at lýsa vøruúrvali, havt ymisk tilboð og onkrar kappingar.  Hetta hevur riggað væl, og tað hevur verið ooordiliga stuttligt at fylgt við, hvussu nógv hava luttikið – vónandi fer tað at bera frukt, og fer at síggjast á søluni 😉

Fyri at markera, at vit eru farin framvið teimum 300, kann man hetta vikuskifitð fáa 20% avsláttur við at skriva FB300 í “rabatkode” feltið,  tá man fremur keypið í nethandlinum.

OBS: tað hevði verið ordiliga deiligt at fingið afturmeldingar; negativar og positivar, so vit síggja hvat er gott og hvat kann gerast betur.

Havi tað nú so suuuper gott! ♥ S

Trýst her fyri at vitja Facebooksíðuna, og minst til at dáma síðuna, um tú ikki longu ert fjeppari!